Býurin var ikki reiðiliga vaknaður, tá in.fo vitjaði hann fyrr í dag. Kanska regnið átti sín leiklut í, at fólkini heldur valdu at búleikast innandura enn at vera úti.
Kampingøkið er uttan iva eitt av tí, sum gevur Summarfestivalinum nøkur plussir í bókina. Tað faktum, at so at siga allir kampingvognarnir í Føroyum eru á Summarfestivalinum, talar sína greiðu sak. Teir somu vognarnir tykjast at koma aftur ár aftaná ár á Summarfestival, tí stemningurin og hýrurin á økinum er so góður.
Stuttligt er, hvussu ymiskt og nógv fólk gera burturúr. Tað er næstan eitt upplivilsi bara at síggja, hvussu ymiskir og til tíðir rættiliga stuttligir vognarnir eru. Ein gul VÍF blusa vundin á stong, ein kampingvognur uttan hjól, tveir samansmíðaðir kampingvognar við felags stovu o.s.fr.
Síggj her nakrar myndir úr kampingøkinum.