Fuglafjarðar kommuna hevur fingið eitt fantastiskt ítróttarhús í Fløtugerði í Fuglafirði og í mun til gamla húsið, sum stóð her í mong ár, kunnu umstøðurnar slett ikki samanberast.
Í dag var so stóri dagurin í Fuglafirði, tá snórurin til nýggja ítróttarhúsið varð kliptur, og kommunan saman við ÍF kundi bjóða almenninginum inn á gólvið at síggja nýggja húsið.
Tað er byggifelagið Heildarverk, sum hevur bygt, og í Fuglafjarðar kommunu eru tey sera væl nøgd við tað arbeiði, sum higartil er gjørt. Arbeiðið at byggja húsið byrjaði í apríl í fjør.
Nú er niðasta hæddin, sum at kalla burtur av er til fótbóltin, liðug og alment tikin í brúk, og nú skal so restin - miðhædd og loftshædd - eisini gerast lidnar.
##med2##
##med3##
##med4##













