Myndir: Skótar skipaðu fyri grækarismessuhaldi í Vági

Í góðveðri í dag skipaði Skótaliðið Royndin í Vági fyri grækarismessuhaldi. Vanligt er, at Royndin skipar fyri grækarismessuhaldi, og at haldið er í vikuskiftinum, tá fólk hava betri  stundir, enn yrkadagar.

Í fjør var onki hald, orsakað av koronasmittu, so Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar, sum helt røðuna, slapp loksins framat. Hann helt røðu við lokalum ísletti og stuttligum søgum. Røðuna hevði hann tillagað, nú eitt ár gekk, áðrenn hon kundi haldast.

Sum vanligt er, luttók kirkjukórið Ljómur við sangi.

Myndir: Bjarni Johansen

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##