Myndir: Sjókovin skal samansjóða fiskivinnu og gransking

Í dag var móttøka hjá nýggja granskingarstovninum Sjókovanum í Bátasavnium í Leirvík. Fólk innan fiskivinnu, aling og gransking vænta, at við samstarvi kunnu nógvar win-win støður fáast burturúr

– Eg havi ofta verið á fiskivinnuráðstevnuni í Brúsell, og har hevur verið sagt, at tað er tað einasta staðið, har allir føroyingar í fiski- og alivinnuni møtast. Men eg vænti, at Sjókovin kann vera tað nýggja staðið, har føroyingar innan fiski- og alivinnuna møtast, og har nakað gott kann spyrjast burturúr, segði Niels Winther, formaður í grunninum fyri Sjókovan, tá ið hann bjóðaði vælkomin í sambandi við at granskingarstovnurin er settur á stovn.

Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, sum fimm føroyskar fyritøkur settu á stovn 30. mars í ár. Tær fimm fyritøkurnar, ið standa aftanfyri Sjókovan eru Syntesa, Christian í Grótinum, Varðin, Framherji og Hiddenfjord. Seinnapartin í dag var móttøka í Leirvík.

Formaðurin vísti á, at gransking kann vera gevandi.

##med2##

– Tað er kapping millum tær ymisku fiski- og alifyritøkurnar, men tað er eisini nógv at vinna við samstarvi, og vit eru opin fyri gransking, segði Niels Winther.

##med3##

Tað er ein nevnd á fimm persónar í Sjókovanum. Umframt Niels Winther, ið er tilnevndur av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eru Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig Olsen, tilnevnd av Føroya Reiðarafelag, Gunnvør á Norði, tilnevnd av Føroya Havbúnaðarfelag, Hjálmar Hátún, tilnevndur av landsstýrismanninum við Vinnumálum, og Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, í nevndini.

Stjóri í felagnum er Unn Laksá. Hon hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Hon hevur drúgvar royndir við gransking innan evropeiska fiskivinnu og gransking. Hon hevur arbeitt í sjey ár í Syntesa, áðrenn hon byrjaði sum stjóri í Sjókovanum.

– Endamálið við grunninum er at stimbra burðardygga menning og nýskapan í fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum. Eisini skal grunnurin virka sum samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og aðrar áhugapartar, segði hon.

Hon var fegin um at møguleikan at standa á odda fyri nýggja stovninum.

##med4##

– Ein av teimum, sum hevur gjørt stórt forarbeiði fyri Sjókovanum er Ólavur Gregersen gjøgnum tað arbeiði, hann hevur gjørt við verkætlanum og við Bitland og Syntesa. Vit hava nógv at takka honum fyri, segði Unn Laksá.

Hon vísti á fleiri uppgávur, sum Sjókovin fer at taka sær av.

– Vit fara at gera ársfrágreiðingar við greiningum um støðuna í fiski- og alivinnuni, at samskipa átøk fyri at røkka burðardyggu heimsmálunum hjá ST, fáa til vega undirvísingartilfar til fólka- og miðnámsskúlar um burðardygga fiski- og alivinnu, umframt annað, segði hon.

##med5##

Hjálmar Hátún, fiskifrøðingur á Havstovuni, og Christoffur Gert Nielsen, Christoffer Gert Nielsen, atknýttur granskari hjá Sjókovanum, høvdu eisini stuttar framløgur undir móttøkuni um ávíkavist granskingarmøguleikar og ávirkanin av covid-19.

Umframt at luttaka í fleiri størri, altjóða verkætlanum innan umsiting av havtilfeingi, granskar Sjókovin í løtuni eisini ávirkanina av covid-19 á føroyska fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin er fíggjað av granskingarráðnum, og endaliga frágreiðingin verður løgd fram fyrst í oktober.

##med6##

Tvey fólk eru í starvi hjá Sjókovanum, og tilsamans eru seks fólk knýtt at Sjókovanum.
Fleiri fólk í fiski- og alivinnuni vóru møtt í dag til móttøkuna.