Eitt jólatræð feyk runt á gongugøtuni í Havn. Vit tóku tað upp og løgdu tað undir ein bonk so tað ikki var til ampa fyri nakran.
Soleðis skriva Sára og Schønning Eysturoy, sum hava tikið hesar myndirnar í Havn:
Tey siga, at alt jólapyntið, sum hongur í miðbýðnum var oyðilangt.
Flaggið hjá Tórshavnar Kommunu var slitnað frá og feyk við tí harða vindinum.
Flaggstongin á Tinghúsvøllinum hevði úr at gera við at vagga.
Teir sera stóru og ófriðarligir bátarnir, sum lógu á Vágsbotni høvdu rent seg í streymforsýnaran og koppa honum.