Myndir: Prestur hugleiddi fyri drotningini

Margretha drotning vitjaði fyrrapartin í Svínoy

Fyrrapartin vitjaði Margretha drotning í Svínoy, har Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tók ímóti, og drotningin heilsaði uppá býráðslimir.

 

Listamaðurin Edward Fuglø greiddi drotningini frá um sermerkta minnisvarðan Dropin, og presturin Heri Joensen, sum er ættaður úr Svínoy, greiddi frá um søguna hjá oynni.

 

Síðani fór fylgið í Dansistovuna, har Edward Fuglø vísti drotningini listaverk undir heitinum Relikvium, sum er evnað til við íblástri úr søgum og hugtøkum úr Bíbliuni.

 

Eftir tað gekk leiðin niðan í Gamlagarð, har Karl Johansen var vertur fyri miðmála.

 

Løtan endaði við, at borgarstjórin handaði drotningini eina gávu, sum var handskar til føroyska búnan og brosjuna Sóljan, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið.

 

Niðanfyri ber til at síggja myndir, sum Grækaris Djurhuus Magnussen tók.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##