Myndir og orðatøk á Sprotanum

Sprotin er dagførdur, við nýggjum orðabókum og nýggjum funkum

Í morgun varð nýggi Sprotin tikin í nýtslu. Ymiskar dagføringar eru gjørdar, nýggjar funkur eru lagdar aftur at og nýggjar orðabøkur eru tiknar upp í tænastuna.

Ein av nýggju funkunum er, at nú er ikki neyðugt at seta vísaran í teigin, tá tú skalt leita. Beinan vegin, tú kemur inn á síðuna, kanst tú skriva orðið, tú vilt sprota, og so verður tað sprotað. Harumframt eru aftur- og fram-knøttir lagdir inn, og eisini ber til at fáa størri stavir.

Tvær nýggjar orðabøkur eru lagdar aftur at tænastuni. Onnur er dansk-føroyska orðabókin há Orðabókagrunninum, meðan hin er ein tiltaksorðabók, sum upprunaliga kom út undir heitinum Steinur brestir fyri mannatungu.

Føroyskt-enskt orðabókin hevur eisini fingið eina nýggja funku. Har verða myndir lagdar aftur at frágreiðingunum um orð. 

- Tað gera vit, tí umframt at síggja, hvussu planta, fuglur ella fiskur eitur á føroyskum og enskum, so sæst eisini, hvussu áhugaverdur vøkstur og skapningar síggja út, skrivar Jonhard Mikkelsen.

Nú ber til at leita bæði í orðafrágreiðingunum. Hetta er serliga hent, tá leitast skal eftir heilum setningum, til dømis eftir føstum orðingum. 

 

Sostatt eru nú 15 orðabøkur og 695.914 leitiorð ókeypis hjá øllum at nýta á Sprotin.fo.