Dorit Hansen
dorithansen4@gmail.com
--------------------
Fyri nøkrum árum síðani var Jóannes Eidesgaard á sjarmuferð í India. Minnist meg rætt, vóru allar miðlasøgurnar neiligar. Uttan iva av tí einfaldu orsøk, at einki miðlafólk var við á ferðini. Í staðin fyri at senda myndir og beinleiðis rapportir úr fjarskotna landinum, sótu føroysku journalistarnir heima í regninum og funnu allar møguligar skeivleikar við, at ein føroyskur løgmaður fór handilsferð til fjareystur.
Men ikki øll eru líka lítið at sær komin. Meðan Jóannes var á ósjónligu Indiuferðini, var Dagur og Vika og vitjaði heima í køkinum hjá Jørgeni Niclasen. Innslagið snúði seg um okkurt lítið mál, men fólkafloksmaðurin fekk høvi at vísa føroysku hyggjarunum sítt sympatiska heim. Veit ikki um hetta var gjøgnumhugsað av svf, men minnist at eg hugsaði, at tað var ótrúligt, sum Jørgen dugdi væl.
Og hann dugir framvegis væl. Tað er stutt síðan, at sjónvarpið hevði eitt langt temakvøld úr Afrika við livandi myndum og samrøðum við uttanríkisráðharranum og føroyskum hjálparfelagsskapi. Og nú er kringvarpi boðið til Brússel. Kappingarneytar hjá kringvarpinum øsa seg, kanska tí tey ikki eru bjóðað við. Og ein løgtingsmaður setur kritiskar spurningar, kanska tí onkur dugir líka væl at brúka miðlarnir sum hann.
Sjálvandi skal Kringvarpið ansa eftir umdøminum og tryggja framhaldandi uttanveltaða viðgerð av føroyskum samfelagsviðurskiftum. Men eg skilji ikki heilt, hví ein ókeypis ferðaseðil til Brússel skal forða tí. Um ferðaseðilin bert fæst við at undirskriva (veruligan ella ímyndaðan) sáttmála um jaliga viðgerð av føroyskum uttanríkispolitikki er støðan ein heilt onnur.
Føroysk miðlafólk verða boðin til móttøkur, fáa dýr festivalatgongumerkir og ókeypis atgongd til spennandi fyrilestrar. Merkir hetta at eingin av hesum tiltøkum vera viðgjørd rættvíst? Og hvat við øllum fløgunum og bókunum, sum forløg og feløg senda til føroysku redaktiónirnar? Mær vitandi fáa føroyskir mentanarstovnar sjáldan meira enn ein lítlan tíðindastubba burtur úr ókeypis bókagávunum.
Jú fleiri myndamøguleikar onnur geva kringvarpinum, jú betri sjónvarp fáa vit. Eg veit ikki, um sjónvarpið nakrantíð hevur verið so gott, sum tað er beint nú. Og tað er júst tí, at myndamøguleikarnir vera so væl troyttir. Seinasta mentanarsendingin við fjørupráti og urtagarðssamrøðu var gott dømi um hetta. Kringvarpið hevur elendig hølisviðurskifti, men tíbetur eru aðrir myndamøguleikar. Og tíbetur eru onnur enn Jørgen farin at síggja møguleikar í myndunum.