1. januar var ikki longur gjørligt at rita inn til talgildu tænastuna hjá Sprotanum við sínum skúlabrúkarnavni. Hesum mótmæla næmingarnir úr Hoydølum í dag.
Mentamálaráðið hevur seinastu árini rindað Sprotanum fyri at veita sínar orðabóka tænastur til alt tað føroyska skúlaverki ókeypis. Við støði í fólkaskúlalógini, so eru tað kommunurnar, ið eiga at rinda fyri skúlatilfar til fólkaskúlanæmingar, og frá 1. januar at rokna, segði Mentamálaráði, við hesum, avtaluna við Sprotan upp, tí tey mettu taluna vera um skúlatilfar.
Les eisini: 800 skúlanæmingr í Hoydølum í verkfall
Miðnámsskúlaøki liggur tó undir Mentamálaráðnum, og tískil sleppa tey at varðveita ókeypis nýtslu av teldutøku orðabókunum hjá Sprotanum, men einans um tey eru stødd á sjálvum skúlans øki.
Næmingarnir siga tað vera eina hálva loysn, tí mesta av skúlaarbeiðinum verður gjørt uttanfyri skúlan, og tískil hava tey heldur tørv á tænastunum hjá Sprotanum uttanfyri skúlaøki.
- Trappustreykan verður vanliga mett sum ein óneyðug provokatión frá næmingunum, men í ár vilja næmingarnir gera vart við eitt mál, teir meta er ógvuliga týdningarmikið fyri teirra skúlagongd, verður boðað frá, nú 800 næmingar fara í verkfall.









