Myndir: Moldova – Føroyar 1-1

Føroyska manslandsliðið fekk eitt stig í Moldova í gjár. Her eru myndir frá dystinum, sum Fótbóltssambandi/Hans Erik Danielsen hevur tikið

Meinhard Egilsson Olsen stóð fyri føroyska málinum, tá Moldova og Føroyar spældu javnleik 1-1 í fyrsta dystinum í undankappingini til HM 2022, sum var í gjár.

Myndir: Fótbóltssambandið/Hans Erik Danielsen 

Føroyska A-landsliðið við monnum er komið væl frá byrjan í undankappingini til HM 2022. Fyrsta umfar í kappingini varð spælt hósdagin, og úrslitið á útivølli ímóti Moldova gjørdist javnleikur 1-1. Meinhard Egilsson Olsen javnaði fyri Føroyar tá sjey minuttir vóru eftir at spæla.

Føroyska liðið sat annars á meginpartinum av spælinum nærum allar 90 minuttirnar, og tað var tískil als ikki í tráð við leikgongdina, at heimamenninir vóru á sigurskós í steðginum.

Men okkara fullu ongantíð í fátt, heldur tvørturímóti, og tá samanumkom høvdu Håkan Ericson og hansara menn uppiborið meir enn tað eina stigið. Í hinum dystunum í okkara bólki vann Danmark 2-0 á útivølli móti Ísrael, meðan Skotland og Eysturríki býtti stigini við at spæla javnleik 2-2.

Sunnudagin skal føroyska liðið aftur í eldin, tá eysturríkar taka ímóti á Ernst-Happel stadion í Wien. Og mikudagin í næstu viku er HM-undankappingardysturin móti Skotlandi á skránni.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##