Myndir: Mini-ironman, tyrla og pizza

Í gjár høvdu næmingar á ítróttaháskúlanum í Suðuroynni ein serligan dag.

Á skránni stóð mini-ironman við súkkling, renning og svimjing. Ætlanin var at svimjingin skuldi vera í langhylinum í Pálshøll, men í góðveðrinum endaði tað við, at fólk ístaðin lupu á sjógv og svumu á Vágsfirði.

Hetta gjørdi bert dagin betri, og alt spældi væl av. Næmingarnir eru vanir við at leypa á bláman, ella t.d. rógva í kajakk, so sjógvurin er teimum ikki fremmandur.

Men bilsnir gjørdust næmingarnir tó, tá tyrlan gjørdist partur av dagsins skrá. Tyrlan kom, og við grótkastið í Vági sluppu næmingarnir at royna nakað, sum neyvan nakar teirra hevur roynt áður, nevniliga at verða heysaður upp í tyrluna, meðan hon sveimar nakrar metrar uppi.

Hetta hevur síðani fyrsta dag verið fastur táttur á Ítróttaháskúlaum, og samstarvið millum skúla og tyrlumanning er gott, og til frama fyri báðar partar. Næmingar fáa eina uppliving og tyrlumannigin tekur hetta sum eina venjing.

Góði dagurin endaði, sum ætlað, við hugna og pizza.

Fleiri myndir eru at síggja á facebook vanganum hjá Ítróttaháskúlanum. Her er eitt úrval:

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

Myndir: Jóni Brandsson Christiansen