Tað er mentanarnátt í Havn í kvøld, og í góðveðrinum hevur væl av fólki leitað sær oman í býin. Nógv ymisk tiltøk eru kring um í býnum, og handlarnir hava leingi opið.
Hýrurin á fólki er góður, og bæði familjur, vinfólk og einstaklingar hava leitað sær í býin, tó at stóri Gekkurin, sum er á 2,8 miljónir krónur, í eina løtu dregur fólk heim í stovurnar at royna eydnuna.
Longu seinnapartin í dag var nógv fólk at síggja í gøtunum í Havn, og nógv ferðsla var í býnum, eins og trupult var hjá fólki í bili at finna parkeringspláss.
Lítið er at ivast í, at nógv fara at leita sær út aftur í býin, tá Gekkurin er lagdur afturum.
Sum kvøldið gongur, fara miðbýur, Áarvegur, Vaglið, Niels Finsensgøta, Tórsgøta, Vágsbotnur, Bøgøta og Dr. Jacobsensgøtu við síðugøtum ivaleyst at minna um eina lítla ólavsøku.
Í góðveðrinum er væntandi, at fólk vera at síggja í býnum til langt út á kvøldið, nú leygardagur er í morgin, og mong hava frí.