Fyri sættu ferð í søgu felagsins vunnu menninir hjá H71 føroyameistaraheitið í hondbólti í gjár.
Tað gjørdu teir, tá teir í Hoyvíkshøllini í gjárkvøldið vunnu triðju FM finaluna ímóti KÍF við 29 málum ímóti 24.
Hálvleiksstøðan var 16-13 til hoyvíkingar.
H71 vinnur FM-finaluuppgerðirnar 3-0.
Tá 24 minuttir vóru farnir var støðan 12-11 til H71. Fýra minuttir seinni var støðan 15-11 til H71, og eydnaðist tað hoyvíkingum eftir tað at halda frástøðu til kollfirðingar, sum stríddust manniliga stóran part av dystinum í gjár, men mótstøðan var ov hørð.
Ein stórur dagur hjá H71, tí í gjár vann kvinnulið teirra FM-gull á fyrsta sinni.
Myndirnar niðanfyri tók Jens Kristian Vang.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##