Í dag var móttøka í deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági.
Orsøkin var, at Manbjørn Tausen hevði 40 ára starvsdag.
Søren L. Bruhn, stjóri, helt røðu, og segði millum annað, at Manbjørn hevur metið sum hann, ið hevur starvast longst í Suðuroyar Sparikassa. Manbjørn Tausen kom í starv í 1980, og var hetta ein heilt onnur tíð, har roknskapur varð førdur við hond, og ikki talgilt, sum í dag.
Manbjørn Tausen fekk gávu, ein málning eftir Trónd Patursson.
Nógv fólk var samankomið til móttøkuna, og kórið Ljómur setti dám á løtuna við sangi.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##