Myndir: Landsliðsvenjing í Norðurmakedónia

Manslandsliðið: Føroyska liðið hevði í dag sína seinastu venjing í ár

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Eyðun Klakstein gjøgnumgongur taktiska uppleggið eina ferð afturat

Føroyska manslandsliðið setur í morgin punktum fyri 2024 við Nations League dysti móti Norðurmakedónia á risastóra Toše Proeski leikvøllinum í Skopje.

 

Tíðliga seinnapartin var tíðindafundur og venjing hjá føroyska liðnum. Eyðun Klakstein, fyribilsvenjari, segði á tíðindafundinum, at hann væntar at gera fleiri broytingar. Ikki tí spælarar spældu seg av liðnum í Armenia, men tí tað má nýggj orka inn á liðið.

 

Tað bleiv hildið eygað við Teit M. Gestsson og Hall Hansson til venjingina. Teitur vandi ikki og væntast ikki at standa í mál í morgin, meðan Hallur Hansson er ivasmur við einum priki í tjúkkanum.

 

Hans Erik Danielsen, miðlamaður hjá Fótbóltssambandinum, tók hesar myndirnar til venjingina í dag. Føroyar spæla móti Norðurmakedónia í morgin klokkan 14.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Eyðun Klakstein gjøgnumgongur taktiska uppleggið eina ferð afturat

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Trygvi Absalonsen frá FM1 í prátið við Viljorm Davidsen

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Elmar Ósá, lækni, og Teitur M. Gestsson sita á bonkinum til venjing. Teitur væntast ikki at spæla

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Dysturin um plássið millum stengurnar stendur millum Mattias H. Lamhauge og Bárð á Reynatrøð

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) F.v. Atli Gregersen, hjálparvenjari, Eli N. Leifsson, kropsligur venjari, og Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, eygleiða venjingina

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Hallur Hansson er ivasamur, tí hann hevur ein snudd í høgra tjúkka

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Taktisk venjing