KÍ vann seg í gjár víðari til 2. umfar í undankappingini í Europa League, eftir málleysan javnleik móti litaviska FK Riteriai á Svangaskarði. Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki og sostatt kemur KÍ víðari við reglugerðini um útivallarmál.
##med2##
Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, var ein fegin maður eftir dystin, men fanst eisini at dømingini. Millum annað metti hann, at KÍ átti brotsspark. Hartil var ein støða í dystinum, har dómarin tók eitt gult kort aftur, sum hann annars hevði givið einum av litavisku spælarunum. Sum skilst, so hevði tað verið seinna gula kortið, um tað stóð við.
##med3##
Hetta er fyrstu ferð, at KÍ er komið víðari til 2. umfar í Evropa. Nú skal KÍ møta FC Luzern úr Sveis. Teir dystirnir verða spældir ímillum 23. og 25. juli og so 1. august.
Hoyr dystarendan við trýsta HER
KÍ - FK Riteriai 0-0 (0-0)
- samanlagt 1-1 og KÍ er víðari eftir regluni um útivallarmál
##ms##