Myndir: HM-steypið í Føroyum

Eyðkenda HM-steypið í fótbólti vitjaði í gjár Føroyar

 

Eyðkenda HM-steypið í fótbólti, sum fleiri av mætastu fótbóltsleikarunum nakrantíð hava lyft, vitjaði í gjár Føroyar. Sum høvuðsinnflytari av Coca Cola í Føroyum, var tað PF/Poul Hansen, ið samskipaði tiltakið í Føroyum.

 

Flogfarið lendi í Vágum um 17 tíðina í gjár, har innboðin fingu møguleika fyri at síggja steypið. Síðani var farið á Tórsvøll í Havn, har almenningurin fekk møguleika at síggja steypið. Við í flogfarinum var eisini fyrrverandi HM vinnarin, franski Christian Karembeu við.

 

Í morgun klokkan 08:00, fór Coca Cola flogfarið úr Føroyum aftur. Tá gekk leiðin til Íslands, sum eisini fær vitjan av HM-steypinum.

 

In.fo hevur myndir bæði av flogvøllinum og av Tórsvølli. Nakrar av teimum kunnu síggjast niðanfyri her.