Myndir: Havnin undir krígnum

Býarsavnið hevur eina framsýning við ymsum lutum frá krígnum

Í Býarsavninum er ein forkunnug framsýning um Havnina undir krígnum. Sosialurin hevur verið ein túr og fregnast, og her fara vit at vísa nakrar myndir frá framsýningini.

Býarsavnið hevur nógvar forvitnisligar lutir frá tíðini undir bretsku hersetingini.

Eftir at vit seinast í mars lýstu eftir gerandislutum frá tíðini undir hersetingini, hava fleiri gjørt vart við seg um áhugaverdar lutir at lata ella lána okkum. 

Ætlanin var upprunaliga, at framsýningin skuldi lata upp 8. mai, tá júst 75 ár eru liðin síðan seinni heimsbardagi var av.

Alt varð tó útsett av korona, men nú verður arbeitt fram ímóti at lata framsýningina upp fyrst í juni.

Her eru nakrar av myndunum:

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

Fleiri myndir eru at síggja í myndasavninum, sum er at finna á in.fo.