Myndir: Gera klárt til Skrapt í kvøld

Tað er longu góður stemningur í Tórsgøtu.

Í kvøld fer nýggi festivalurin Skrapt av bakkastokki mitt í Havn.

 

Fyrireikingar hava verið í allan dag, og nú byrjar at líkjast.

 

– Vit gleða okkum øll ordiliga nógv. Nú royna vit bara at fáa alt klárt. Eg haldi, tað gongur heilt væl, sigur Jóel Briem Thórðarson, sum skipar fyri festivalinum saman við Sunnevu Háberg Eysturstein.

 

– Bólkarnir, sum skulu spæla í kvøld eru góðir. Tað regnar ikki longur, so tað er gott. Vit hopa, at nógv fólk koma oman, sigur Jóel Briem Thórðarson.

 

Í nýggjasta Sosialinum er samrøða við Sunnevu um Skrapt, og har sigur hon soleiðis um festivalin:

 

– Tað finst so nógvur tónleikur, sum ikki sleppur framat, tí tað ikki er pláss. Hetta er tann pallurin, har summi ting sleppa framat, sum annars kanska ikki høvdu sloppið tað.

 

Her eru nakrar myndir frá fyrireikingunum:

 

##med2##

 

##med3##

 

– Tað er nógvur blandaður tónleikur, men felags fyri alt er, at tað hevur kant – tað er skrapt, sigur Sunneva Háberg Eysturstein við Sosialin.

 

##med4##

 

##med5##

 

Jóel Briem Thórðarson til høgru saman við einum, sum ger ein film um festivalin.

Føroya Bjór leverar øl

Ljóðið skal vera í ordan.