Hátíðarløtan, tá prógvini skuldu handast, byrjaði í Norðurlandahúsinum í morgun klokkan 10, har Sigurð í Jákupsstovu, rektari, beyð vælkomin.
Síðan helt Elsa Berg, umboð fyri tey lesandi, eina røðu, og eftir tað framførdi Eyðun Nolsøe tvey løg.
Síðan fór próvhandanin fram.
Eftir sjálva próvhandanina segði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, nøkur orð, og at enda bjóðaði rektari til ábit í Klingruni.
##ms##