Myndir frá leikinum "Jørundur hundadagakongur"

Nú verður farið undir seinastu sýningarnar

Havnar Sjónleikarfelag hátíðarheldur í hesum døgum 100 ára føðingardag við jubileumsleikinum “Jørundur hundadagakongur”. Yvir 40 fólk eru á palli, og á skránni er ein festligur, spennandi og litríkur leikur við nógvum sangi, tónleiki og dansi. Trettan sýningar hava verið í Sjónleikarhúsinum og nú verður farið undir seinastu sýningarnar.

 

Niðanfyri síggjast myndir av leikinum.

 

 

Havnar Sjónleikarfelag lýsir leikin "Jørundur hundadagakongur" soleiðis:

 

Í sambandi við leikin er allur salurin í Sjónleikarhúsinum umskapaður, soleiðis at áskoðararnir fyrst sita til háborðs á vertshúsi í London og fara síðani við sjógarpunum umborð á skip Jørundar og sigla til Íslands. Í Íslandi verður fátæka almúgan illa viðfarin av ríkmonnum og embætismonnum. Jørundur setir sær fyri at broyta ússaligu korini, sum íslendska fólkið livir undir. Hann bjóðar embætismonnunum av og útnevnir seg sjálvan til kong. Hansara dreymur er at seta á stovn glæsiliga, nýggja stjórnarskipan í einum frælsum og sjálvstøðugum Íslandi. Hvussu leikur fer, fáa tit at síggja, tá ið yvir 40 sjónleikarar, sangarar, tónleikarar og dansarar trína á pallin og siga søguna um hetta ævintýrakenda tíðarbilið í søgu Jørundar.

 

Leikstjóri er Ria Tórgarð, sum eisini hevur broytt og umskrivað upprunaleikritið, so tað er meira hóskandi til eina leikuppsetan í 2018.

 

Hjálmar Dam hevur sniðgivið pallin, og framleitt hann saman við handverkarum. Serstøku búnarnar hevur Anna Sofía Egilstrøð tilevnað saman við einum toymi av seymikonum. Sigrið Sivertsen hevur arrangerað tónleikin og staðið fyri sangvenjingunum. Koreograferað og skipað fyri dansivenjingum hevur Elsa Maria Bærentsen. Ljóssniðgevi er Turpin N. Djurhuus. Orkestrið er mannað av tónleikarunum Bartal Augustinussen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá.

 

Høvuðsleikarar eru:

Jørundur Hundadagakongur: Torkil B Tórgarð

Charlie: Magni Joensen

Laddie: Petur Meinhard E Andersen

Studiosus: Rógvi B Dam

Kaptein Jones: Elias Magnussen

Trampe Guvernørur: Tóri í Hoyvík

Gentan Ragnhildur: Edith Dahl Jacobsen