Myndir frá flaggdagshaldi og ellisakførum

Klokkan 15 í dag var flaggdagshald á Vaglinum í Havn, sum Havnar Hornorkestur skipar fyri. Skótar gingu og hornorkestur gingu sum siður er skrúðgongu.Røðari hesaferð var Bergtóra Høgnadóttir, fyrrverandi løgtingskvinna, í Hoyvík.

 

Undan flaggdagshaldinum vórðu bilar hjá limum í Føroya Ellisakøfrum sýndir fram í Tórsgøtu í á Nólsoyar Páls torginum.

Gomlu bilarnir og motorsúkklurnar savnast við hølini hjá felagnum yvir við Strond í Havn, og koyra so í »skrúðkoyring« gjøgnum býin, áðrenn teir verða sýndir fram meðan fólk er í býnum til flaggdagshaldið.

Hetta er 30. árið, at ellisakførini hava verið partur av flaggdagshaldinum. Fyrstu ferð var í 1992.

Í fjør var sum kunnugt einki flaggdagshald vegna koronu.

##ms##

##med2##

##med3##