Myndir: Flott fýrverk á Skálafjørðinum

Einir 30-40 bátar, prýddir við vøkrum ljósum, lógu út fyri Runavík í góðveðrinum í kvøld, meðan flott fýrverk varð skotið.

 

Tað var ein sera hugnalig - og vøkur - løta tíðliga í kvøld, tá einir 30-40 bátar lógu út fyri Runavík, samstundis sum flott fýrverk varð skotið. 

Tiltakið, sum Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna skipaðu fyri, fór fram í allar besta veðri, har Skálafjørðurin mest sum lá í silvitni. 

Meðan bátarnir lógu úti á vánni, væl prýddir við vøkrum og hugnaligum ljósum, varð flotta fýrverkið skotið av einum stórum flaka.

Tiltakið fór fram, meðan ein rúgva av fólki var í økinum. Í flestu førum mundu hetta vera fólk, høvdu koyrt sær ein túr ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tá fýrverkið varð liðugt, floytaðu fólk í bilum, sum høvdu stillað seg ymsastaðni kring í økinum, har sýnið yvir Runavíkina var gott.

In.fo tók nakrar myndir við fartelefon, meðan tiltakið var, og tískil eru myndirnar ikki tær bestu. Tær geva kortini eina ávísa mynd av flotta fýrverkstiltakinum.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##