Stemningurin hevur verið frálíkur í so at siga allan dag. Tað er ymiskt, hvussu fólk eru á festivali, men rammurnar at hugna sær eru í hvussu so er til staðar í Gøtu. Summum dáma at keypa eina pannukøku og hugna sær, onnur dyrka ein danskan dj, meðan uppaftur onnur práta við fólk.
Serliga tað at práta við fólk er nakað, sum fyllir nógv av festivallívinum. At práta við vinir, fyrrverandi floksfelagar, kenningar frá fortíðini og so framvegis.
Stóra sangløtan – hæddarpunktið hjá fleiri - við Finni Koba, Anniku Hoydal, Alex Bærendsen og øðrum verður um hálvan tíma á sandinum.
Síggj fleiri myndir av fólki á G! festivalinum í dag.