Tað merkist, at summarið nærkast, tí fleiri og fleiri ferðafólk eru at síggja í Havnargøtum nú um dagarnar. Fleiri ferðalið eru komin við Norrønu, og summi eru komin við flogfari.
Lív er í Vágsbotni í hesum sambandi aftaná ein langan vetur uttan so nógv ferðafólk, og In.fo hevur tikið nakrar myndir av ferðafólkunum í dag og í gjár.
##med2##
##med3##
Síðst í hesum mánaðinum byrja ferðamannaskipini av álvara at koma hendan vegin aftur, og tá verða tað sum vant enn meira ferðafólk at síggja kring landið. Føroysku ferðaleiðararnir fáa nokk at gera alt summarið.
##med4##
##med5##
Les eisini: Ferðslan til og úr Saksun er vaksin 650 prosent
##med6##
##med7##