Sigmar Mørkøre tók myndirnar

Myndir: Eydnufestivalur 2024

Á Verkhúsinum Stíggi eru tey samd um, at Eydnufestivalurin eydnaðist sera væl, og at hetta var eitt fantastiskt tiltak

Sigmar Mørkøre tók myndirnar

Verkhúsið Stíggjur fylti 35 ár í fjør, og tískil skipaði stovnurin fyri einum festivali fyri at hátíðarhalda dagin. Av tí, at tiltakið var so væleydnað, og fólk vóru so glað fyri festivalin, vóru fólk samd um at skipa fyri einum slíkum degi aftur.

 

Tí gjørdu starvsfólk og arbeiðsfólk - ella borgarar - á Verkhúsinum Stíggi av at skipa fyri Eydnufestivali í 2024, hvar øll vóru við til at seta sín dám á dagin, sum var seinasta fríggjadag.

 

Fyrst bjóðaði Elisabeth Akursmørk, leiðari á Stíggi, vælkomin, og tað var forkvinnan í Megd, Tóra við Keldu, sum setti Eydnufestivalin.

 

Síðan sungu øll í Stíggjakórinum. Kórið varð stovnað í fjør - við Gerhardi Mikkelsen sum kórleiðara. Við sær í ár hevði hann Onnu Lovisu Mýru at syngja saman við kórinum.

 

- Eins og fjør sungu vit "Eg eigi vakrar dreymar", og sum nakað nýtt hesaferð sungu vit "Tað kundi verið eg" - eins og sálmin "Av øllum tí góða, sum Guð hevur gjørt".

 

Í Verkhúsinum Stíggi siga tey, at Steintór Rasmussen var við í samband við, at hann og Rakul Ró skuldu framføra. Steintór var rørdur, tá kórsangurin ljómaði.

 

Síðan spældu og sungu Steintór Rasmussen og Rakul Ró.

 

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, helt røðu.

 

Árni Andreasen spældi, og við sær hevði hann sonin, Julian og Filip á Smið. Á skránni var eisini sangur við Magna Christiansen, Trølla Pæturi og ommuni, Kristinu Bærendsen, Halli Joensen, Beddi Hansen, Pauli Magnussen og FourMenh.

 

Sharon Sivertsen hevði "dance-breaks" inn ímillum og dansaði hon zumba saman festivalgestunum. 

 

Her var matvognur, Streetfood Føroyar, NSÍ-pylsuvognur og Fisk & Kips-bilurin, og inni í kantinuni var kafé'in hjá Gunnu.

 

Á Bókasavninum var ymiskt, sum kundi gerast, og á tiltakinum var eisini sangløta, eins og  Guðrið H. Jacobsen las úr bókini hjá sær, "Eg vil eisini".

 

Ásbjørn Berthelsen, gyklari var við, og her var myndaveggur og andlitsmáling.

 

- Hølini vóru prýdd av Rógvadóttir við ballónum, Anette Sonne hevði gjørt blómudekoratiónir, og Verkhúsið Stíggjur hevði seymað vimplar og annað. 

 

Á Stíggi eru tey samd um, at Eydnufestivalurin eydnaðist sera væl, og at hetta var eitt fantastiskt tiltak.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

 

 

 

 

 

 

Sigmar Mørkøre tók myndirnar