Myndir: Eldur í bussi omanfyri Norðskála

Vit hava fingið nakrar myndir í samband við, at eldur hevur verið í einum bussi skamt norðanfyri rundkoyringina omanfyri Norðskála.

– Koyrandi er gjøgnum rundkoyringina, men breytin til Eiðis er stongd. Tey, ið skulu til Eiðis, mugu koyra gjøgnum Norðskála.

 

Tað skrivar løgreglan á Facebook í morgun.

 

Orsøkin er, at tað, soleiðis sum myndirnar vísa, hevur verið eldur í einum bussi omanfyri Norðskála. 

 

In.fo skilir, at eldurin nú er sløktur, men koyrivegurin til Eiðis úr Norðskálatunlinum er stongdur.

 

- Tey, sum skulu til Eiðis, noyðast tískil at koyra gjøgnum Norðskála, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur eisini, at eingin persónur er í bussinum. In.fo vendir aftur til málið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##