Myndir: Ein túr í Láturgjógv í góðveðrinum

Hygg at vøkru myndunum her

Seinnapartin í gjár valdu nakrir mans at fara ein spontanan siglitúr norðaliga í Føroyum.

Teir sigldu rundan um Stakkin í Tjørnuvík, og so vóru teir eisini ein túr og vitjaðu Risan og Kellingina.

Eisini vóru teir ein túr í serligu Láturgjógv og við Sjeyndir. Teir eru sera væl nøgdir við túrin.

– Veðrið spældi sera væl av. Vit fóru avstað klokkan 17 í gjár og vóru heima aftur um 20-tíðina, sigur Fróði Rógvason Nielsen, sum er ein av teimum, sum var við í gjár. 

– Vit fingu ein fantastiskan túr, sigur hann.

Fróði Rógvason Nielsen hevur tikið nakrar myndir av túrinum, sum vit sleppa at deila við tykkum lesarar.

##med2##

##med3##

##med4## 

##med5##

##med6##