- Í ár vendi savnið sær einaferð enn til arvingarnar fyri at fáa tær tríggjar myndirnar heim, men tá vóru boðini frá arvingunum, at myndirnar vóru horvnar! Savnið bað arvingarnar um at greiða frá hesum tilburði í einum brævi, men onki er komið enn.
Soleiðis skrivar Listasavn Føroya í ársfrágreiðingini fyri 2010. Savnið hevur eftir øllum at døma ætla sær tríggjar vatnlitsmyndir eftir Sámali Joensen-Mikines í búnum eftir William Heinesen, sum arvingarnir hava havt.
- Savnið hevur síðan 2005 fregnast um myndirnar, og arvingarnir váttaðu, at myndirnar vóru í Williams húsi. Tó at hetta var lovað okkum, hendi onki víðari í málinum, stendur í ársfrágreiðingini.
Seks ár seinni vóru boðini frá arvingunum, at málningarnir eru horvnir.