Teir eru meira kendir frá øðrum bólkum, men nýliga hava teir sligið saman og gjørt nýggja bólkin Dead Beat Punx.
Nýggi punkuti bólkurin sang og spældi á spæliplássinum í øllum regninum fyrr í dag. Konsertin hevði tolt væl fleiri fólk, tí spæliplássið var einans hálvfult.
Limirnir í samansetta bólkinum eru: Pætur Zachariasson úr Boys in a Band, Petur Háberg úr Bet Your William, Andreas Dalsgaard úr Ladyfire og Bartal Augustinussen úr Guðrun&Bartal.
Síggj her myndir frá konsertini á spæliplássinum.