Ferðslan verður nú umløgd í Vágsbotni. Seinastu dagarnar hava fólk frá Hjálpirót arbeitt á økinum við at leggja kantsteinar og at flyta koyribreytina vestureftir, so hon gongur beint í gjøgnum økið, har standmyndin av Nólsoyar Pálli stóð, til hon varð tikin niður í november í 2020.
Endamálið er at broyta økið soleiðis, at torgið verður flutt nærri trappuni í Vágsbotni. Har verður gjørt eitt palløki og øki, har sølubúðir skulu kunna setast upp. Eisini verður tað har, at stórskíggi skal standa til eitt nú fótbólts- og hondbóltsdystir, sum hava verið vístir har.
Trupulleikin hevur verið, at ferðslan gongur beint fram við trappuni. Nú verður hetta broytt, so ferðslan fer fram við Miðlahúsinum og tvørtur um torgið. Ætlanin er at ferðslan verður einsrættað út á Skálatrøð. Tí verður møguligt hjá bussum at koyra heimaftur gjøgnum Vágsbotn, tí teir sleppa hvørki niðan gjøgnum Sigmundargøtu ella Bøgøtu. Eisini hevur verið tosað um, at talan bara verður um einsrættaða ferðslu ávís tíðarskeið.
Í dag skal økið asftalterast og ruddast, so tað verður klárt til mentarnáttina í annaðkvøld. Eftir tað verður pallurin gjørdur, og tað arbeiðið skal verða liðugt til Voxbotn síðst í mánaðinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##





















