Tíðliga í morgun kom gamla havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur av sínum - allar seinasta - túri. Teir hava verið á Føroyabanka og gjørt váryvirlitstrolingar, har teir fingu bæði nógvan og góðan tosk í onkrum háli.
Veiðan á túrinum varð løgd upp á Vestaru Bryggju í Havn í morgun, har landingarmiðstøðin Barðið stóð fyri landing og innviging. Soleiðis, sum viðheftu myndir vísa, vóru kokkar úr matstovum í býnum og hugdu eftir flottu fiskunum.
Matstovur í Havn fara at hava tosk av Føroyabanka við í sínari matskrá teir næstu dagarnar, og hetta kunnu fólk, ið dáma at royna ymiskt forkunnugt á matstovum, gleða seg til.
Eitt er so rættiliga vist, at toskur og annar fiskur av Føroyabanka svíkur neyvan í smakki, tá tilreiðing fer fram við kønum hondum. Tey, ið áður hava roynt tosk av Bankanum, hava latið væl at.
##med2##
##med3##
##med4##














