Tríggir dystir í 9. umfar í Betri deildini hjá monnum hava verið í dag. Í Gundadali vann B36 1-0 móti TB við máli, sum Benjamin Heinesen skoraði aftaná eitt stórt korter.
##med2##
TB vísti annars tenn í dystinum og kundi eisini havt fingið mál, men eydnan var ikki við Stefan Radosavljevic (myndin) og teimum í TB. Við sigrinum hevur B36 fyribils lagt seg á triðja plássið í deildini, meðan TB hevur átta stig á sjeynda plássi.
##ms##
Í Fuglafirði vann HB 2-0 á ÍF, meðan NSÍ vann stórsigur á heimavølli móti AB. Úrslitið bleiv 5-1. Her er úrslit og málskjúttar frá dystunum í dag.
B36 - TB 1-0 (1-0)
1-0: Benjamin Heinesen
ÍF - HB 0-2 (0-0)
0-1: Pætur J. Petersen
0-2: Daniel Johansen
NSÍ - AB 5-1 (2-0)
1-0: Petur Knudsen
2-0: Klæmint A. Olsen
2-1: Eli Christiansson
3-1: sjálvmál
4-1: Klæmint A. Olsen
5-1: Klæmint A. Olsen
Mánadagin 13. mai:
Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00
Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00











