- Tað eru framvegis nógv ferðafólk, sum ikki vilja koma til Føroya tí at vit drepa grind.
Tað staðfestur Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar Havn.
Sum vit lósu í áðni, tykist tað at hava hjálpt, at revsingin fyri at síggja eina grind, uttan at boða frá, er avtikin.
Les eisini: Ræðast ikki longur at koma til Føroya
Men fíggjarleiðarin vísir á, at tað eru framvegis nógv sum gera vart við, at tey koma ikki til Føroya fyri ikki at stoyta síni viðskiftafólk.
Serliga viðbreknir vísa týsk og amerikansk ferðafólk seg at vera.
- Vit fáa at kalla ongi ferðafólkaskip við týskarum, tí tað tey vilja ikki koma higar, so leingi vit drepa grind. Og tað sama ger seg í stóran mun galdandi fyri ferðafólkaskip við amerikanskum ferðafólki.
- Tað, tey føra fram fyri okkum, er, at myndirnar, sum eru at síggja allastaðni at grindadrápi, stoytir teirra viðskiftafólk so illa, at tað er ómøguligt ikki at taka tað til eftirtektar hjá feløgunum, sum hava ferðafólkaskipini.
- Vit kunnu halda um hesi ferðafólk, hvat vit vilja, men tað er ein royndur lutur, at tey skilja rætt og slætt, at slíkt sum grindadráp kann fara fram.
- Tá ið tey leita eftir Føroyum á internetinum, er rættiliga skjótt, at tey koma fram á blóðugar myndir av grindadrápi, vísir Annfinn Hjelm á.
Tað orka tey ikki at síggja og tí leggja tey trýst á feløgini, sum hava ferðafólkaskipini. Og tað er eitt trýst, ein vinnulig fyritøka má taka til eftirtektar, og so lata tey bara vera at koma til Føroya.
Annfinn Hjelm vísir á, at Føroyar eru framvegis ógvuliga pinkalítil í hesum ídnaðinum, so tað er lutfalsliga lætt hjá feløgum at sigla framvið okkum.
Hann heldur kortini ikki, at vit skulu halda uppat at drepa grind, tí at onkur annar krevur tað. Men hann heldur kortini, at tað er ein spurningur um tað er neyðugt at almannakunngera so nógvar myndir av hvørjum einasta grindadrápi, tí tað er ógvuliga stoytandi fyri nógv fólk at síggja slíkt.
- Øll grindadráp líkjast meiri ella minni, og tey eru rættiliga væl skjalfest, eisini í myndum, heldur Annfinn Hjelm.