Myndir av grindadrápi eru viðkomandi

Um vit ikki eru stolt av tí, sum vit gera, hví skulu vit so gera tað, spyr Jens Mortan Rasmussen

 

- Um vit ikki eru stolt av tí, sum vit gera, hví skulu vit so gera tað, spyr Jens Mortan Rasmussen, sum hevur samskift nógv við útlendskar miðlar um grindadráp. Myndirnar, sum tiknar verða av grindadrápi vísa umheiminum, at tað sum vit gera er rætt gjørt. Vit hava onki at goyma, heldur hann.

 

Jens Mortan Rasmussen úr Fuglafirði hevur gingið í grind síðani hann var 14 ára gamal. Hann heldur,  at tað er umráðandi, at vit føroyingar halda á við at eta mat úr nærumhvørvinum, og at vit ikki dylja nakað fyri umheiminum. Hetta merkir eisini, heldur hann, at miðlarnir leggja myndir út, tá grindadráp er. Og sostatt ikki dylja nakað av tí, sum fyriferst. Tó, so heldur hann, at miðlarnir eisini kunnu varpa meir ljós á restina av grindadrápinum við myndum, so sum útdeilingina av grindini.

 

 

Tá hann hevur havt samband við útlendingar – bæði umboð frá Sea Shepherd, kendir profilar og miðlafólk annars - so hevur hevur hann sagt søguna um grindadrápið frá egnum eygum. Og tann søgan er beint fram, greiðir hann frá.

 

 

 

 

Hann sigur søguna, sum hon er, og hevur sett sær fyri at greiða væl frá deilingini av grindini, tí tað er ein partur av søguni, sum sjálvdan verður nógv væl lýstur, heldur hann.

 

 

 

 

- Tey síggja myndir, har tað verður stungið og skorið. Tá eg sigi mína søgu, so seti eg eitt krav, og tað er, at tey koma við til útdeilingina dagin eftir, tí tey vita ikki, hvussu verður deilt, og hetta hevur broytt áskoðanina hjá nógvum fólki, sigur hann.

 

 

 

 

Myndin, sum útheimurin hevur er, at vit drepa fyri at verða rættir menn, og av tí at grindin fer avstað við ov nógv av fiskinum. Tá tey síggja, at tað verður deilt upp uppá serligan máta, so broytist hesin hugsunarhátturin, og fokus fer frá teimum minuttunum drápið varðir og frá strongdini hvalirnir eru undir, og verður tá breiðari.

 

 


- Tann søgan er tann vigtigasta, tí mótstøðufólk og felagsskapir vita, at um fólk hoyra søguna um deilingina, so verður undirtøkan hjá teimum veikari, sigur hann.

 

 

 

Jens Mortan heldur, at tað onki ger, at vit ferð eftir ferð síggja myndir av grindadrápi í føroysku miðlunum. Hann vísur á, at vit eisini vísa myndarøðir um heystið, tá barnagarðarnir eru við í flettingini, og tá menn fleyga fugl og fara eftir eggum.

 

 

 

 

- Hetta er eitt afturvendandi tema, tí tað er ein arvur, sum ongin annar eigur. Løgdu fólk onki í at hyggja at slíkum myndum, so høvdu miðlarnir ikki tímað at fingist við tað, sigur hann.

 

 

 

 

- Slíkar myndir eru eisini við til at vísa, at grindin doyði rætt, leggur hann afturat.