Myndir av deyðu Whitney Houston á netinum

Tað kemur helst ikki óvæntað, at myndir nú ferðast á netinum av líkinum hjá Whitney Houston, ávegis út í sjúkrabilin.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkar myndir hava funnið sín veg á netið. Tá ið Michael Jackson doyði vóru heldur ógvusligar myndir av líkinum at finna á netinum. Tað skelkaði nógv, og gjørdist hesar myndir byrjanin til eitt kjak um hvat miðlar skulu senda út til almenningin og ikki.

 

Nú eru myndir av líkinum hjá Whitney Houston komnar á netið – tó skal sigast, at hesar ikki eru tiknar tætt uppá.

 

Um hetta er Whitney Houston kann tað helst seta spurnartekin við, men í øllum førum vilja miðlar sum Fox News og tmz.com vera við, at líkið hjá Whitney Houston liggur á børuni, sum sæst á myndini.

 

Whitney Houston var í nátt funnin deyð í baðikarinum á einum hotelkamarið í Beverly Hills. Songkvinnan gjørdist 48 ára gomul.

 

Tú kanst síggja myndina her:

 

www.tmz.com/2012/02/11/whitney-houston-prescription-drugs-drowned-dead-dies-bathtub-body/