Myndir; Arnfinnur Bjarkhamar frá sum 1. lærari

Í gjár var hátíðarløta í skúlanum í Sumba.

Orsøkin var, at 1. lærarin síðstu 23 árini, vágbingurin Arnfinnur Bjarkhamar, nú fer frá fyri aldur. 

Nógv fólk varð komið saman, tá Daimi Kjærbo vegna skúlastýrið beyð øllum vælkomum, og síðani helt røðu.

Eisini Marlon Kjærbo, húsavørður, helt røðu. Arnfinnur Bjarkhamar sjálvur takkaði í røðu síni fyri seg og fyri árini, sum hann segði høvdu verið sera góð. Eina av orsøkunum til, at hann hevði trivist so væl í Sumba helt hann vera, at í Sumba hevur føroyski dansurin tað gott, og sjálvur hevur Arnfinnur stóran áhuga í føroyska dansinum, og er virkin í Jómsvíkingum.

Kommunustýrislimir og starvsfelagar søgdu nøkur orð, og umframt stóra gávuborðið, so fekk Arnfinnur Bjarkhamar frá kommununi handaðan málning, sum Jákup Hjaltalin hevur málað. Myndevnið er býlingurin Vesturi í Bø í Vági, har Arnfinnur Bjarkhamar býr.

Ábit og kaffi var til gestirnar, sum Hotel Bakkin í Vági stóð fyri.

Farið varð eisini upp á gólv, og Eyðun Nolsøe sang og spældi eisini.

Maj-Britt Jacobsen tekur við sum 1. lærari í Sumba, nú Arnfinnur Bjarkhamar fer frá.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

 

Myndir; Dagfinn Olsen/Marius Kjærbæk