Eyðgunn Samuelsen býráðslimur
Í gjár var samgongan formliga umskipað við tað, at vit fingu ein nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum, og aftur hesaferð væntaði onkur á myndini. Hetta skal ikki skiljast sum ein ábreiðsla móti Magna Laksafoss, honum verður ynskt góða eydnu við starvinum.
Tað sum er skuffandi, er at langt sýnist millum orð og gerðir hjá politisku flokkunum. Ljóskastarin hevur í longri tíð verið vendur móti kynsbýtinum í politisku skipanini, nógv góð orð hava verið søgd frá politiskari síðu til fyrimuns fyri einum javnari býti, og nú var møguleikin har. Til hevði borið at sett eina kvinnu í landsstýrið uttan at brotið nakra sum helst demokratiska reglu í okkara samfelag, tí landsstýrisfólk nýtast als ikki at vera fólkavald. Hetta hevði verið ein sterk fráboðan í verki, til eitt komandi val frá samgonguni, um at teir vilja fegnir hava at býtið millum kynini verður frægari eftir valið komandi, enn tað er í dag.
Vónandi var omanfyrinevnda hending ein fótfeilur í einari skjótari vending og ikki eitt tekin upp á væntandi ynski um javnari kynsbýti í okkara politisku skipan.









