Myndin á vegginum var so livandi

– Eg havi tikið tríggjar týðandi avgerðir í mínum lívi: At venda um til Jesus; at gerast trúboðari í Nigeria; og at gifta meg við einum nigerianara. Hóast eg frá barnsbeini av ynskti at gerast trúboðari, so var ikki lætt at taka hesa avgerðina, sigur Kaja Nemuel, sum framvegis virkar sum trúboðari í hesum afrikanska landinum. - At fara so langt, kravdi stóra umhugsan. Men so legði alt seg kortini til rættis, og áðrenn eg visti av tí, stóð eg í Nigeria.

RITUVÍK: Tíðliga í summar var Kaja Nemuel enn einaferð aftur í heimbygdini, Rituvík, her hennara uppvøkstur og andaliga bakgrund fekk avgerandi týdning fyri lívsleið og lívsstarv hennara.

Í missiónshúsinum fingu vit eitt stutt prát við Kaju um tænastu hennara tey seinastu 42 árini. Her hevur hon havt mangar góðar løtur, tó tann eini dagurin man vera tann minniligasti av teimum øllum.

Sunnudagurin 5. oktober 1969 var ein stórur og týdningarmikil dagur í lívinum hjá teirri 23 ára gomlu kvinnuni, sum tá bar eftirnavnið Lamhauge, úr Rituvík.

Henda dagin var sera nógv fólk savnað í heimbygd hennara, nú hon skuldi sendast út sum trúboðari til Nigeria fyri donsku Sudanmissiónina.

Síðani tá hevur Kaja havt ymiskar tænastur í missiónini og teirri luthersku kirkjuni í Norðurnigeria, eins og hon varð gift nigerianskum presti – Nemuel - sum seinni gjørdist erkabiskupur í hesi kirkjuni sum hevur omanfyri 1,5 mió limir.

- Tað ganga nógv fleiri fólk í kirkju, enn tað eru limir, tí øll hava ikki tikið støðu til, hvørt tey vilja gerast kristin og verða doypt, greiðir Kaja frá. - Tað gleðiliga er, at kirkjan framvegis er í vøkstri.

Ein av høvuðsuppgávunum í kirkjuni er – og hevur altíð verið – at siga fólki frá um Jesus og at undirvísa tey í teirri kristnu trúnni. Samstundis við hetta hevur kirkjan havt skúlar, sjúkrahús og annað arbeiði, ið hevur gjørt liviumstøðurnar hjá fólki betri.

Hóast Kaja er útsend sum trúboðari, hevur høvuðsuppgáva hennara verið rættiliga fjølbroytt – frá arbeiðinum sum bókhaldari í kirkjuni til ein av ídnu luttakarunum í arbeiðinum millum tær lokalu kvinnurnar.

- Her taka vit ymisk evni upp til umrøðu. Men vit hava altíð bøn, bíbliulestur og sangur. Tað dámar teimum sera væl, greiðir Kaja frá.


Hon fór út

Kaja var ikki størri enn ein smágenta, tá hon á fyrsta sinni fekk eyguni upp fyri, at hon eisini kundi gera eina tænastu millum tey fólkasløgini, ið enn ikki høvdu hoyrt gleðiboðskapin.

Í bókini ”Hon fór út” sum kom út í 1999 – á sjálvum tríati ára degnum fyri útsending hennara sum trúboðari – greiðir hon frá, hvussu tað bar til, at hon endaði – ella byrjaði – sum trúboðari í einum so fjarlagnum landi sum Nigeria.

- Eg man hava verið eini 9 ára gomul, tá ein trúboðari úr Danmark vitjaði í Rituvík, har hon greiddi frá missiónsarbeiðinum í Afrika. Tað var serliga tann eina myndin, sum talaði so nógv til mín, at eg í roynd og veru ikki fekk hana úr sinninum aftur, greiðir Kaja frá í bókini, sum Heimamissiónsforlagið gav út.

Hesin danski trúboðarin vísti myndir upp á veggin. Millum myndirnar var ein av ungari kvinnu sum sat uttanfyri bygningin við fleiri børnum rundan um seg. Hon minnist bara hesa einu myndina, sum festi seg seg í sinnið og hjarta á Kaju.

- Hóast talan bara var um eina vanliga mynd, so síggi eg enn myndina fyri mær, sum um fólkini á myndini fluttu seg, júst sum á einum filmi.

- Eftir hetta barnamøtið kom hugsanin til mín: ”Eg vil verða trúboðari”. Og tað gingu heldur ikki so mong ár aftrat, fyrrenn eg á fyrsta sinni setti mínar føtur á nigerianska jørð, sigur hon.


Upp til Gud

Kaja Nemuel hevur virkað sum trúboðari í Nigeria í skjótt 42 ár. Tann stóri spurningurin er, hvussu mong ár hon og maðurin verða her aftrat.

Hon er sjálv farin um tey 65 árini, og í heyst stendur maðurin, Nemuel fyri vali sum erkabiskupur í luthersku kirkjuni í einum nýggjum fimm ára skeiði.

- Hann kann verða valdur aftur, men onkur annar kann sjálvandi verða valdur í hansara stað, vísir Kaja á.

Sjálv hevur hon ongar aðrar ætlanir enn at verða verandi í Nigeria. Ella sum hon sigur:

- Ja, her verða vit. Men sjálvandi, - um Gud vísir okkum ein annan veg, so veit eg ikki.