umbering
Í fríggjadagsblaðnum herfyri snúði forsíðan á blaðnum seg um útlendingamálið, sum í løtuni er í føroyskum ítrótti.
Í hesum sambandi høvdu vit valt at nýta eina sonevnda myndacollagu við útlendskum leikarum úr fót-, flog- og hondbólti.
Tann myndin er av onkrum uppfata sum um trupulleikar eru við pappírum hjá teimum leikarum, sum vóru á myndini, og skulu vit gera vart við, at tað var tað ikki.
Har skuldi sjálvandi staðið, at talan var um modellmynd, og at eingin av ítróttarfólkunum á myndini var íblandað aktuella málið um útlendskar leikarar.
Hesin teksturin var tó ikki á forsíðuni, og tekur yvirritaði fulla ábyrgd av hesum, og vil eg samtundis biðja lesarar og viðkomandi ítróttarfólkini um umbergin fyri mistakið.