Ein bretskur hermaður er tikin og skuldsettur fyri at hava falsað eina mynd av bretskum hermonnum, sum gjørdu seg inn á fangar í Irak.
Myndin, sum hermaðurin skal hava falsað, stóð í blaðnum Daily Mirror fyri nøkrum døgum síðani, og hon vakti stóran ans og elvdi til øði í Bretlandi. Á myndini sóust bretskir hermenn fóru illa við irakskum fangum. Seinni kunngjørdi bretska verjumálaráðið, at talan var um eina falsaða mynd. Eitt nú varð víst á, at ein lastbilur, sum var á myndini, hevur ongantíð verið í Irak. Nú verður sagt, at minst ein hermaður er tikin og skuldsettur fyri at hava falsað myndina.
Seinasta fríggjadag noyddist blaðstjórin á Daily Mirror, Piers Morgan, at fara úr starvinum, eftir at tað var vorðið avdúka, at myndin, sum blaðið gjørdi nógv burturúr, var falsað.