Myndin sum prógv

Parkeringsvørðarnir í Tórshavnar Kommunu hava nú fingið eina elektroniska skipan, ið er tryggari bæði hjá teimum sjálvum og hjá teimum sum fáa parkeringsgjøld fyri at parkera ólógliga við t.d. at kunna taka myndir ella tekna skitsur av ólógliga parkeraða bilinum.

Talan er um eina elektroniska hondborna teldu til parkeringsvørðarnar at hava við sær til at ansa eftir at tær loyvdu parkeringstíðirnar vera yvirhildnar.


Parkeringsvørðarnir hava havt Ticketman skipanina síðan 2005, men hendan nýggja er ein uppgradering av tí fyrru og hevur munandi meira møguleikar. Til dømis hava hesar nýggju Ticketman innbygt myndatól, so parkeringvørðurin hevur myndina sum prógv, um okkurt skuldi tikið seg upp, og tann sum hevur fingið parkeringsbótina ikki er samdur við parkeringsvørðin. Eisini ber til at gera skitsur av bilinum og av staðnum, har bilurin stóð ólógliga parkeraður.


Um ein bilur er ólógliga parkeraður, tastar parkeringsvørðurin inn, hvar bilurin stendur, tíðarskeiðið, nummarplátuna á bilinum og hvat slag hann er. Útskrivaði seðilin verður lagdur í inngjaldingarkortið, sum verður lagt undir viskaran á bilinum.


Parkeringsvørðarnir arbeiða út frá Politistøðini í Havn, har allir upplýsnigarnir verða lisnir inn á eina telduskipan til at hava sum dokumentatión.


Parkeringsvørðar í Tórshavnar kommunu eru: Annika Fay Joensen, Turid Skinderholm og Thordur Thorsteinsson. Tey trý siga, at hendan nýggja skipanin lættir nógv um í gerandisdegnum, og er tryggari bæði hjá teimum og hjá teimum sum fáa parkeringsgjøld fyri at parkera ólógliga.


mg