Myndin passaði ikki!

Tá ið novemberútgávan av GQ Magazine kom út, var næstan 40-ára gamla Jennifer Aniston at síggja á permumyndini.

Á myndini var Aniston næstan nakin ? bert ílatin eitt slips ? og nógv undraðust á, hvussu væl Aniston heldur sær í forhold til aldurin.

 

Í eini samrøðu við The View viðgongur Aniston nú eisini, at alt ikki er heilt nátúrligt.

 

- Ja, myndin hevur verið ein túr ígjøgnum photoshop, sigur hon.

 

Hóast hetta sigur hon eisini frá, at alt á myndini ikki er snýt, tí hon arbeiðir eisini hart fyri at halda viðlíka flotta figur sín.

 

- Eg treni hvønn dag ? eg renni, geri yoga og eti sunt. Eg eri stolt av næstan at vera 40 ár og tað er verulig okkurt. Eg havi tað betri enn nakrantíð áður, betur enn tá ið eg var í 20?unum og í 30?unum.