"Hvørjum hongur frakkin á?", sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað, og "Hví stoyta fuglarnir seg niður í sjógvin?" í myndini hjá Janus Kamban.
Tað eru bara nakrir av spurningunum, børnini kunnu royna at svara, tá tey fara á myndaveiðu á Listasavninum í heysfrítíðini.
Hetta er fyrstu ferð Listasavnið er við á árliga Heystfagnaðinum, har øll tey ymsu søvnini gera okkurt serligt burturúr við spølum, uppgávum og hugna fyri alla familjuna.
Í hesum sambandi hava tey á Listasavninum gjørt nakrar faldarar fyri børn og ung í aldrinum 3 til 16 ár. Í faldararanum eru myndir av alskyns listaverkum, sum goyma seg onkustaðni á savninum og sum børnini skulu royna at finna og kanna nærri.
Eisini hava børnini møguleika at gera sítt egna listaverk við eitt stórt tekniborð og góðum vokskriti.