Argentinska fótbóltsstjørnan, Lionel Messi, var í gjár vístur fram fyri viðhaldsfólkið eftir skiftið til amerikanska fótbóltsfelagið Inter Miami.
Teir 20.000 stólarnir á heimavøllinum hjá liðnum vóru næstan fullir, tá heimsmeistarin varð sýndur fram. At nakrir fáir stólar vóru tómi komst helst av, at tey viðlhaldsfólkini vóru vendi við av nógva regninum.
Nógva regnið gjørdi, at hátíðarhaldið varð útsett í næstan tveir tímar.
Síðani kundu áhoyrararnir fegnast um at síggja argentinska fótbóltsgandakallin sýndan fram. 36 ára gamli Messi lovaði viðhaldsfólkunum, at nógv er í væntu hjá felagnum, har millum annað David Beckham er ein av eigarunum.
– Eg vil veruliga fegin í gongd við at venja og kappast, eg hava sama hug at vinna, sum eg altíð havi havt. Eg vil hava felagið at menna seg og til at vinna nakað, segði Messi millum annað.
Í Inter Miami verða umframt Messi eisini Sergio Busquets, sum hann áður hevur verið liðfelagi við í FC Barcelona. Busquet gjørdi í gjár sáttmála við Inter Miami.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##