Vit vóru ein túr við Eyðfinni Poulsen og Poul á Kák umborð á Ragnhild, tá teir førdu 350 rúmmetrar av gróti av Glyvursnesi inn til nýggju bryggjuna í Havn.
- Vit hava 12 tímars vaktir og megna eini 10-11 slíkar túrar hvørja vakt, sigur Eyðfinnur Poulsen, sum er skipari hendan dagin. Teir eru tveir mans við skipinum á hvørjari vakt. Tilsamans sigla átta mans við skipinum, ein mánað til arbeiðis og ein frí.
Brøytin lossar grótið umborð í Ragnhild. Hendan dagin er stilt í sjónum, so skipið flytir seg ikki stórvegis, meðan vit liggja og bíða.
- Í dag buldrar ikki nógv, men um veturin kann verða øgiliga lív. Tá kann hon sláa hart inn móti bryggjuni. Tá mugu vit onkuntíð fara út frá eina løtu, greiðir skiparin frá.
Teir trívast væl umborð, Eyðfinnur og Poul báðir, men vaktirnar eru langar. Arbeitt verður alt samdøgrið, so antin arbeiða teir dagtímarnar ella um náttina.
Tvey skip sigla millum Glyvursnes og nýggju havnaútbyggingina, Ragnhild, sum tekur 350 rúmmetrar, og Siri, sum tekur eini 240 rúmmetrar. Seinastu vikurnar hevur Ragnhild verið einsamøll, tí at Siri hevur verið til umvælingar í Vági. Hon kemur tó aftur í sigling í dag. J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum við nýggja havnalagnum, eigur skipini.
Nýggja útbyggingin verður 95.000 fermetrar til víddar. Tilsamans er talan um 900 bryggjumetrar við 15 metra dýpi. Sambært arbeiðsskjalinum skulu okkurt um 3,5 milliónir rúmmetrar av gróti flytast. Siri og Ragnhild sigla tí í pendulfart millum Gulan og Havnina.
- Teir burdu havt hildið seg til upprunaligu ætlanina og bygd havnina enn størri. Vit síggja longu nú, at her verður ov lítið, tí á molanum er altíð upptikið, sigur Poul á Kák.
Dýpið uttanfyri verandi mola er góðar 30 metrar. Tað skal fyrst fyllast upp til eini 10 metra dýpi við lítlum gróti. Síðani skulu størri klettar nýtast til at fylla upp á tveir metra dýpi. At enda verða upp aftur størri klettar nýttir at laða brimgarðin við, meðan minni grót skal fyllast innan fyri brimgarðin, greiða arbeiðsmenninir frá.
Umframt teir báðar umborð á skipinum arbeiða eini 10 fólk á hvørjari vakt á landi við at koyra grót úr grótbrotinum og oman á bryggjuna á Gulanum.
Væntandi fer nýggja havnalagið at kosta umleið 500 milliónir krónur.