Myndakapping til Planet Awards

Sum nakað nýtt verður í ár ein stór myndakapping partur av Planet-handanini, og besta myndin vinnur heiðursløn á stóra Planet-gallatiltakinum 29. desember. Øll kunnu luttaka Heitið á myndakappingini er ?Føroyar sum tónleikaland?, og vit ynskja at fáa myndir frá øllum fotografum, professionellum og amatørum, sum lýsa Føroyar sum tónleikaland.

 

So farið og leitið eftir myndum tiknum á tónleikatiltøkum í Føroyum í 2010, og í vikuni fáa tit nærri boð um, júst hvussu kappingin verður skipað, og hvør tann góði vinningurin er.