Myndaframsýning og grønir dagar í SMS

Tíðindaskriv

 

Torgið í SMS er hesa vikuna karmur um trý fjølbroytt og spennandi tiltøk.

Nevnliga ein myndaframsýning við summarmyndum, eina framsýning um endurnýtslu og ein sølubás, har handilin Malaika í Vestmanna sýnir fram og selur.

Í summar hevur 3-arin í SMS skipa fyri myndakapping við heitinum Ársins Summarmynd. Hópin av summarmyndum eru sendar inn, og tað er ein partur av hesum myndum, ið verða sýndar fram á Torginum í SMS í hesum døgum.

Leygardagin kl. 13.00 verða vinnararnir í myndakappingini avdúkaðir á Torginum í SMS. Fyrsti vinnari fær eina flogferð til Danmarkar við Atlantsflogi, meðan nr. 2 og 3 vinna myndatól frá Minolta. Framsýningini hjá 3-arinum er opin alla vikuna.


Grønir dagar

Fríggjadagin 19. og leygardagin 20. oktobur skipa H71-stuðlar fyri grønum døgum á Torginum í SMS. Tað er Finnbogi Joensen í Vestmanna, sum hjálpir H71-stuðlum við framsýningini. Hann er sum frá er liðið vorðin ein kendur persónur, tá ið tað ræður um endurnýtslu, minni dálking og annað, sum er náttúruni at frama.

Tiltakið á Torginum er upplýsandi tiltak til almenningin, har stórur dentur verður lagdur á at gagn-nýta rusk. Nógv rusk, sum í dag verður brent á brennistøðunum, er lívrunnið, og átti tí ikki at verðið brent.

- Slíkt tilfar hoyrir heima í jørðini, og tí eiga vit at nýta tað til sankutøð heldur enn at brenna tað, sigur Finnbogi.

Sýndir verða eitt nú sankutaðingarkassar og trevjaklútar. Trevjaklútarnir verða nýttir í dagligu reingerðini til tess at minka um reingeringarevnini, sum nýtt verða. Eisini verður nakað um grønar skúlar, sum Finnbogi millum annað hevur sett í verk í Vestmanna skúla. Og gjørt verður vart við, at vit sjálvi mugu gera okkurt fyri at minka um dálkingina.

Umframt framsýningina skipa tey fyri stórum tombolatiltaki við alskyns vinningum.

Framsýningin og tombolatiltakið hjá H71-stuðlum er opið fríggjadagin og leygardagin. Báðar dagar frá kl. 9.00.


Handilin Malaika sølubás

Fríggjadagin og leygardagin hevur handilin Malaika í Vestmanna sølubás á Torginum í SMS. Tað eru tey bæði Eina og Omar Mote, sum eiga handilin, ið selur afrikanska brúkslist og handverk. Omar er ættaður úr Kenya, og tí fara tey bæði sjálvi til heimlandið hjá honum at keypa inn, beinleiðis frá teimum, sum framleiða vørurnar. Tað er vert at leggja til merkis, at allir lutirnir eru hondgjørdir, og tí er einki eins. Hyggið framvið á Torginum í SMS hesar báðar dagarnar, og hyggið hvat Malaika hevur at bjóða av afrikonskum handverki.