Myndafrásøgn - Regatta 2017 er byrjað

Veðri er av tí allar besta og stemningurin eisini, nú bátarnir eru á veg av Eiði til Hósvíkar at halda regatta. 

 

Regattaðin byrjaði kl 17.00, har Heðin Zachariassen, borgarstjóri, setti regattaðina við røðu. Tó fóru árabátarnir av eiði kl 16.30. 

 

Fyrr í dag vóru tað 107 bátar meldaðir til siglingina, men tá avtornaði eru nú heili 129 bátar við í fylginum, ið man vera tað mesta nakrantíð. 

 

Bátarnir eru komnir áleið til brúnna og vera í Hósvík áleið kl 20.00, tá døgurði frá Ingálvi Johannesen verður at fáa í Bygdarhúsinum. 

 

Á skránni annars er tónleikaframførðslur við Silju Johannesen kl 22.00 og Hanus G. Johansen kl 22.30 í Tónaneystinum, felgssangur við Harmonikutónleiki kl 23.00 og røða við Justinus Eidesgaard kl 23.00 og síðan dansur við FOUR MENH á miðnátt. Regattaðin endar við morgunmati í morgináðrenni frá kl 8.00 til 12.00.