Hetta er aðru ferð, at ein myndaódn herjar í Steinprenti við jólaframsýningini, sum í høvuðsheitum bjóðar uppá verk, ið eru framleidd í Steinprenti í ár. Umframt tær nýggju myndirnar eru eisini einstøk eldri verk við á framsýningini, m.a. poetiska prentið, sum Marius Olsen gjørdi til ta fyrstu Heystframsýningarplakatina.
Eins og heitið gevur varhugan av, fevnir framsýningin um eina rúgvu av myndum, ið allar eru ógvuliga ymiskar. Danski listamaðurin, Jonas Hvid Søndergaard var á verkstaðnum í vár og fekk tríggjar myndir burturúr, ið hanga sum ein dynamisk røð í lýsandi grønum, reyðum og bláum, abstraktum kompositiónum.
Fleiri onnur týdningarmikil donsk listafólk hava vitjað í Steinprenti í ár, m.a. Claus Carstensen, Peter Carlsen, Knud Odde og Toni Larsen og verða fleiri av hesum eisini umboðað á framsýningini. Tey bæði síðstnevndu vóru í Steinprenti eftir umbøn frá Statens Kunstfond sum liður í eini størri grafiskari verkætlan.
Stílurin hjá Knud Odde er eyðkendur og hevur tú t.d. sæð plakatina, sum hann gjørdi til Tivoli, kennir tú aftur ta bylgjandi, dekorativu strikuna. Portrett hansara av Steffani Danielsen er rørandi og sterkt á sama hátt sum lýsingin av eini undurvakrari kvinnu í stórum hatti, sum hongur í tveimum avbrigdum í ávikavíst grønum og orange, sum ein portalur inn í Myndaódnina 2010
Zacharias Heinesen arbeiðir í løtuni á verkstaðnum og er ætlanin er sýna fram onkra spildurnýggja mynd hjá honum á Myndaódnini, sum harumframt inniheldur verk hjá Tóroddi Poulsen, Anker Mortensen, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy og Fríðu Matras Brekku.